Sunleif Rasmussen hevur skrivað fanfaru til Aarhus bý í Danmark, sum verður europeiskur mentanarbýur í 2017.
Fanfaran kallast More Fair Than The Sun, og í dag verður hon spæld fyri fyrstu ferð. Hetta er í sambandi við, at europeisku mentanardagarnir í Aarhus verða settir.
Tað eru Aarhus Symfoniorkestur og kór, sum framføra fanfaruna. Eisini luttaka Michala Petri, tríggir sekkjapípuspælarar og fýra lúðraspælarar.
Framførslan av verkinum hjá Sunleif Rasmussen kann hoyrast í sending á sjónvarpsrásini DR K, sum byrjar kl 16:30.