Hósdagin kemur út ein nýggj teoribók á føroyskum máli. - Stórur dentur er lagdur á, at nýggja teoribókin er løtt at lesa, sigur Maria Heradóttir, sum er ritstjóri í Námi.
Nýggja bókin kallast Teoribók til persónbil, og fer, soleiðis sum heitið er at leggja lunnar undir, hvussu ein orðar seg í bili og ferðslu annars við ótilgjørdum orðum sum kopling, spitari og gir, sum øll siga í dagligari talu.
Nám hevur staðið fyri útgávuni, sum Erling Isholm, studentaskúlalærari, umsetti úr donskum. Hans Jacob Hermansen, koyrilærari, og Jákup Jacobsen og Asbjørn Berg á Akstovuni, hava veitt málsliga og fakliga ráðgeving. Sum nakað nýtt hevur Tryggingarfelagið Føroyar stuðlað útgávuni.
Bókin er til allar næmingar í koyriskúlunum kring landið, men er samstundis eisini ein hent handbók til allar bilførarar og tey, sum hava áhuga í ferðsluviðurskiftum.
Bókin er 243 síður býtt yvir 10 kapitlar og hevur ferðsluskelti og drúgvan leitorðalista aftast. Søluprísurin er 350 krónur.
Mynd: Maria Heradóttir við nýggju teoribókini