Nýggj føroysk talvbók

-

Talv

Lær teg at telva. Eingin minni enn enski talvmeistarin Michael Basman, sum eisini er altjóða meistari, leggur lag á. Michael Basman byrjaði at telva sum tíggju ára gamal, og hevur hann telvað síðani. Eisini hevur hann tikið lut í nógvum olympiskum leikum. Seinastu tjúgu árini hevur hann burturav lært skúlabørn at telva, og í 1996 byrjaði hann UK Chess Challenge, sum er stór talvkapping, har fleiri túsund børn og ung taka lut á hvørjum ári.
Einfalt og lættliga leiðir hann unga lesaran inn í spennandi og avbjóðandi talvheimin. Í bókini lærir tú einføldu mannagongdirnar, frá byrjan til endatalv. Fotomyndirnar vísa stig fyri stig, hvussu tú skalt gera, frá fyrsta leiki til meira framkomið talv. Í bókini eru eisini brot úr talvsøguni, nakað um talvútgerð, og greitt verður frá endamálinum við spælinum. Orðalýsingar og svar og loysnir eru eisini í bókini. Martin Berg hevur týtt bókina úr enskum.
Bókin kann keypast í bókasølunum ella bíleggjast á www.bokasolan.fo