Nýggj føroysk Phd. ritgerð

Í hesum døgum gevur Fróðskaparfelagið Phd. ritgerðina "Far fram á torg" út sum bók. Tað er Guðrun Gaard, mag.art. og studentaskúlalærari, sum hevur skrivað ritgerð um yrkingarnar eftir Regin Dahl. Phd. verjan verður á Fróðskaparsetrinum 2. september kl.13.

"Far fram á torg" miðar eftir at skapa heildarmynd av yrkingunum hjá Regini Dahl og lýsa lyndiseyðkenni teirra. Eisini leggur ritgerðin dent á at vísa, hvussu yrkingarnar eisini eru royndir at endurskapa tilverumeining í nútíðarruðuleikanum.
Yrkingarnar hjá Regini Dahl eru nýbrot í mun til undanskaldskapin. Málsliga eru yrkingarnar samskifti millum nútíðarrák og gamlar málkeldur. Burturúr hesum samskifti kemur skaldsligur málburður, sum ber av øllum, samstundis sum hann er eyðkennandi og persónligur. Evnini, sum yrkingarnar taka upp, eru sera fjølbroytt, Regin yrkir um snøgt sagt alt. Mangan eru yrkingarnar dæmdar av tí, sum nívir menniskjuni í nútíðarsamfelagnum. Kríggj og vantandi tolsemi og tað fyrilitarloysi, sum valdar í umsitingini av náttúruni eru stór evni í yrkingunum. Regin yrkir um hesi evni á nýskapandi og kjakelvandi hátt. Eisini gudstrúgvin er stórt evni í skaldskapinum. Hjá Regini síggja vit, serliga í yrkingunum, sum komu beint eftir kríggið, dráttin við trúnna. Ritgerðin leggur seg eftir at lýsa tað samskiftandi og viljan til at kjakast og bøta, sum eyðkennir yrkingarnar.
Regin Dahl, sum nú er 86 ár, hevur búð í Danmark, síðani hann var blaðungur, og útlegdin er evni í skaldskapinum, eins og hon eisini mangan er ein lykil til at skilja yrkingarnar.
"Far fram á torg" er 309 blaðsíður, og prentmyndin á permuni er eftir Marius Olsen. Bókin fæst  í bókabúðunum.