Jutta Thomsen og Mona Simonsen tóku lut í 200 m frí hjá kvinnum í nátt, og tær vunnu báðar sín riðil. Jutta Simonsen megnaði eisini at seta nýtt føroyskt met við tíðini 2.10.81. Hetta gav 66. pláss av 104 luttakarum, og í sínum aldursbólki er hon millum tíggju tey sterkastu. Pál Joensen var eisini í hylinum í nátt, tá hann svam 800 m frí. Hann kom á mál í tíðini 8.30.31, og hetta gav honum eitt 34. pláss av 46 svimjarum. Hann setti eisini nýtt føroyskt met á hesum teini. Stóra sjónvarpsrásin Eurosport hevði hesa viðmerking um føroysku svimjararnar í nátt. – All together Faroe Islands are doing very, very well.