Nýggj føroysk fiskivinnusøga

Fyri fyrstu ferð eru upplýsingar um føroysku fiskivinnuna tey seinastu 50 árini savnaðar á einum staði

Tey, sum hava áhuga fyri føroyskari fiskivinnu, hava leingi havt tann trupulleika, at tað hevur verið sera trupult at fáa upplýsingar um vinnuna tey seinastu 50 árini. Úrslitið hevur verið, at lívssøgur hjá reiðarum, bøkur um slupptíðina og aðrar útgávur hava verið álitið.


Nú hevur forlagið Sprotin givið út bókina Nøgdir og nýbrot, sum Dennis Holm og Bogi Mortensen hava skrivað, og sum er ein søgulig gjøgnumgongd av føroyskari fiskivinnu síðani fimmtiárini. Sum part av virkseminum á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning arbeiddu teir báðir høvundarnir í 2005 og 2006 við fleiri verkætlanum, sum høvdu við fiskivinnuna at gera umframt einari ES-verkætlan, sum millum annað snúði seg um at lýsa vandamál í føroysku fiskivinnuni.


Í hesum arbeiði komu teir báðir eftir, at hóast føroyingar eru ein fiskivinnutjóð, so er lítið og einki savnað tilfar um fiskivinnuna ta seinastu hálvu øldina. Teir settu sær tí fyri at savna tað viðkomandi tilfarið í bók, sum er ætlað at økja kunnleikan til føroyska fiskivinnu og broytingarnar, sum henni hevur verið fyri tey seinastu umleið hálvthundrað árini.



Til frálæru


Dennis Holm sigur, at teir hava lagt seg eftir at skriva bókina á einum lættlesiligum máli, soleiðis at øll kunnu fáa nakað burturúr. Men eitt endamál er eisini at fáa skúlar at brúka bókina í frálæruni, tí sum er hevur skúlin at kalla einki frálærutilfar um føroyska fiskivinnu. Høvundarnir hava tí latið lærarar í samfelagsfrøði síggja bókina, og móttøkan hevur verið góð.


-Teir halda, at bókin er væl egnað sum frálærutilfar tað seinasta árið í fólkaskúlanum og tað fyrsta árið í miðnámsskúlanum, sigur Dennis Holm.


Herumframt vóna teiur báðir høvundarnir, at bókin kann vera eitt íkast til tað samfelagsliga kjakið um føroysk fiskivinnumál. Tað verður hon ivaleyst eisini, tí tá høvundarnir løgdu bókina fram í Miðlahúsinum fyrrapartin í dag, varð lívligt orðaskifti um fiskivinnupolitikk og fiskivinnu sum heild.