Leygardagin 23. apríl kemur nýggj forkunnug føroysk Familju-DVD á marknaðin. Tað er føroyska plátufelagið Rock Pipit Records, sum saman við framleiðslufelagnum Raclip heur tikið stig til at geva út ein film við vælkendu Beintu, Absalon og "Dumsunum". Beinta og Absalon Áargarð hava í fleiri ár ferðast kring landið við framførslum av ymiskum slagi. Við sær hava tey havt skiftandi "figurar", sum hava fingið egið lív og mál gjøgnum búktaluna hjá Absalon; serliga er tað tann heldur óargaligi - men tó óskyldugi - dukkudrongurin Niklái, sum hevur bergtikið bæði børn og vaksin við sínum stuttligu, men ofta ótilvitaðu speisku viðmerkingum.
Figurarnir hjá Beintu og Absalon eru ikki dukkur og ei heldur bamsur - tær eru "Dumsur"! Í nýggja filminum "Ljósið" tosa tey saman um ljós og um at vera eitt ljós. Harafturat eru eisini sangframførslur frá dumsa-bólkinum "The Duke Quartet" og sum nakað heilt spennandi, ein spildurnýggj sangframførsla við Daniu Tausen av Toftum.
Í samstarvi við SMS verður skipað fyri sonevndum "Release-party" - útgávu-hátíð - á Torginum í SMS leygardagin kl. 14:00. Á skránni vera framførslur frá Beintu, Absalon og Dumsunum, umframt at sangfuglurin Dania Tausen eisini kemur framvið at framføra lagið, sum hon syngur á filminum. Um páskirnar vera framførslur í sambandi við stevnur ymsa staðni kring landið, og eftir páskir verður filmurin til keyps kring landið.
Filmurin er uml. ein tíma til longdar. Harafturat kemur nakað av eykatilfari umframt upptøkur handan leiktjaldið.