Nýggj fólk skriva Tíðargreinar

Seinastu tvey árini hevur Sos­i­al­urin h­avt fastan tátt í fríggj­a­dags­blað­num, har fyrr­ver­andi pol­it­ik­ar­ar skriva Tíð­­ar­grei­n­ar.­ Grein­ar­­nar eru við­merkj­andi grein­­ar um samfelags- ella pol­­it­isk mál og verða skriv­að­ar til Sosialin.

Í blaðnum hesaferð er eing­­in Tíðargrein, tí pan­el­ið, sum hevur skrivað grein­ar­nar, er júst mannað av nýggj­um, og lagt verður til brots aftur við táttinum í næstu viku.

Fýra av teimum, sum hava verið við alla tíðina, halda fram at skriva Tíð­ar­grein­ar. Teir eru Torbjørn Jac­ob­sen, Hans Pauli Strøm, Jógvan Sundstein og Ed­mund Joensen.

Afturat teimum koma trý nýggj fólk. Tey eru Jógv­an við Keldu, Sámal Petur í Grund og Karin Kjølbro.

Tað hevur verið trupult at finna kvinnur at skriva Tíð­ar­greinar, men nú ber til at fegnast um, at Karin Kjøl­bro verður fyrsta kvinnan í pan­el­i­num.