Nýggj fólk mynda Hvannasunds Róðrarfelag

Mikukvøldið 29. desember var eykaaðalfundur hjá Hvannasunds Róðrafelag hildin í skúlanum í Hvannasundi. Endamálið við eykaaðalfundinum, var at fáa eina nýggja nevnd fyri tey, sum hava sitið í nevndini í nógv ár, og sum søgdu seg hvørki hava orku ella umstøður til at koma víðari við róðrarfelagnum, aftaná at hava verið slitin niður sum nevndarlimir í felagnum í nógv ár.

 

Nýggja nevndin í Hvannasunds Róðrarfelag er mannað við hesum fólkunum :

 

Marnhild Sørensen

Jóhan Sjóstein

Katrin Næs

Jakki Sirdal

Sunneva Ludvig

 

Tiltakslimir eru:

 

Hjalmar Zachariassen og Hans F Christiansen.