Týsdagin 18. september 2012 klokkan 15.00 letur nýggj endurnýtslustøð upp á Innaru Bryggju í Miðvági.
Støðin fer at taka í móti øllum vanligum húsarhalds burturkasti frá borgarum í kommununi. Samstundis lata gomlu bingjuplássini í kommununi aftur.
Í samband við umskipanina av rusk- og endurnýtslu móttøkuni í Vága kommunu hevur kommunan gjørt ein faldara, har greitt verður frá, hvussu farast skal fram, tá burturkast verður latið støðini. Serliga við atliti at skiljin,g og hvat kann latast inn á støðina.
Tá nýggja endurnýtslustøðin letur upp, verða avgreiðslutíðirnar eisini broyttar, skrivar Vága kommuna á heimasíðu síni.