Nú EM-endaspælið er byrjað, er eitt av nýggju átøkunum ein nýggj síða, ið er ætlað føroyskum EM-fjepparum. Á síðuni verður gjøgnum alla EM-kappingina skipað fyri kappingum av ymsum slag. Við at tippa um dystirnar eru tey vitjandi við í lutakasti um eitt nú fartelefonir, Nintendo Wii-spælikonsollar og tey so væl kendu EM-klisturmerkini. Tað eru Knassar, sum hava forritað síðuna, og longu fyrsta vikuskiftið vóru á leið 1.000 vitjandi, sum royndu at gita úrslitini av dystunum.