Nýggj DVD við Pipar & Salt

Tann sera vælvitjaða framførslan sum Pipar & Salt høvdu í summar, fæst nú á

DVD fyri 150 kr.

 

Á nýggju fløguni verða fleiri álvarsamir spurningar tiknir til viðgerðar:

 

Føroyingar hava verið til í 1700 ár. Men hví búgva vit her? Og hví eru vit

blivin, sum vit eru?

 

Hví kukka menn so leingi? Og hví eru teir ofta so illir?

 

Hví skulu kvinnur altíð hava nýggjar skógvar? Og hví verða tær altíð settar

til viks?

 

Hví hava summar bygdir so merkilig nøvn?

 

Hví eru fótbóltsspælarar lekrari enn aðrir menn?

 

Hví klandrast vit so illa?

 

Hví eru summir føroyingar farnir at strippa?

 

Hví er alt so løgið?

 

Soleiðis er tað bara. Men hví?

 

Á hesi fløgu eru svørini, sum vit hava leitað eftir í 1700 ár

 

Fløgan verður seld í teimum stóru handlunum kring landið, umframt at

 

piltarnir hjá HB fara at ganga hús úr húsi við henni í Havn.

 

Hesum boða Pipar&Salt frá í dag.