Nýggj duo á Pubbini

Í kvøld er tónleikur at hoyra á Pubbini hjá Thomsen á Tvøroyri og ein nýggj samanseting stendur fyri tónleikinum Trygvi Strøm og Dagfinn Olsen eru í hvør sínum lag báðir kendir sum tónleikarar. Tó at teir hava staðið á palli saman áður, tá sum partur av bólki, so er hetta fyrstu ferð, teir spæla tveireinir.

Trygvi hevur áður roynt seg við sangi og guitari á Pubbini, men nú hevur hann fingið Dagfinn afturat sær á bass og við kórrødd.

Hendan nýggja samansetingin stendur fyri tónleikinum á Pubbini í kvøld.