Simon Kvamm, forsangarin í Nephew, hevur saman við Peter Sommer, sum er ein viðurkendur trubadurur, gjørt duo´ina ?De eneste to?, og teir hava veruliga rakt seymin á høvdið. Fyrsta stakfløgan æt ?Morten?, síðani kom stakfløgan ?Jeg har ikke lyst til at dø?, og fyri nøkrum vikum síðani kom fløgan, sum hevur bólkaheitið ?De eneste to?.
Allir ummælarar hava verið sera positivir og vent tummilin upp, og í morgum ger Gaffa greitt, at útgávan hevur klatrað upp á ovastu rók á listanum fyri best seljandi fløgur í seinastu viku.
Sostatt hava eisini áhoyrararnir tikið væl ímóti nýggju duo´ini.
Kvamm og Sommer hava verið vinir í áravís, og síðani 2007 hava teir skrivað sangir saman, uttan at siga tað fyri nøkrum. Nú hildu teir, at tíðin var búgvin, og í sambandi við útgávuna verða 4 stórar konsertir í Keypmannahavn komandi tíðina.