Nýggj dieseltøkni

Tá stóru bilaframleiðararnir skulu vísa blaðmonnum nýggju bilasniðini, verður tað ofta gjørt í Spania - og ofta á gomlu Formel 1 breytini í Jeres de la Frontera í Suðurspania

Tá Iveco í mai beyð 355 blaðmonnum til royndarkoyring, var tað eisini gjørt á hesi breytini, sum av trygdarávum ikki longur verður brúkt til Formel 1 - men til motorsúkkluítrótt - umframt til at royna nýggjar bilar á.

Motorurin í nýggja Daily ber heitið Daily Unijet common rail, ið veitir honum 125 hk.

Flestu blaðmonnunum dámdu sera væl henda motorurin, ið er grundaður á eina spildurnýggja dieseltøkni, sum gevur eina bleyta motorgongd og sera góða trekkmegi.

Iveco er annars heimsins størsti framleiðari av løttum dieselmotorum.

Iveco í Danmark væntar sær nógv burtur úr hesum bili - serliga tí ummælarar hava givið førarakomfortini so góð ummæli