Fótbóltur
Landskappingin 2007 er av. NSÍ hevur fingið FM steyp og gullkrónur og atgongumerkini til innleiðandi umfarið í europeisku meistarakappingini. Harvið hevur NSÍ tryggjað sær eina stóra millión frá UEFA. Europeisku pengarnir verða ikki fluttir til NSÍ fyrrenn á sumri í 2009, men sjálvandi ber tað til at brúka hesar pengarnar sum trygd longu nú.
FM rákin í Runavíkar kommunu kennist framvegis, og í fleiri feløgum er rákin av vónbrotið framvegis ramur. Ikki minst í gomlu stórfeløgunum:
Í KÍ, har dagsskráin tíðliga á árinum var ein heilt onnur, enn tað hevði verið vónað og ivaleyst eisini roknað við. Uggin var, at flaggskipið so dánt fótaði sær fram ímóti kappingarenda.
Í HB, har grundarlagið undir stórliði undan kappingarbyrjan kendist væl betri, enn tað gjørdist undan kappingarbyrjan í fjør, tá ið liðið vann FM. Men HB stórkiksaði, og tapið í steypafinaluni og fjórða plássið í landskappingini er langt frá tí, sum tað altíð verður vónað og roknað við í felagnum, sum hevur vunnið meiri enn nakað annað.
Í B36, sum leingi var í tættari kapping við NSÍ um FM heitið, men sum fall púrasta í fátt fram ímóti kappingarenda og eftir svíðandi tap í grannauppgerðini leygardagin datt heilt aftur á bronsuplássið. Tað var stórt vónbrot.
Gott lag
Í fimm feløgum eigur lagið at vera í topp, tí liðini stóðu seg so avbera væl:
50 ár eftir stovnanina hevur NSÍ vunnið fyrsta FM heitið. Tí er lagið í toppi í Runavík.
Í Sundalagnum varð roknað við, at tað fór at verða striltið eftir vónbrotið í fjør. EB/Streymur er steypavinnari, og silvurkrónurnar í landskappingini vórðu leygardagin vunnar við manér. Tí er lagið gott í Sundalagnum.
Í Gøtu er lagið gott. Í summar var GÍ í vanda fyri at flyta niður. Kortini megnaðu gøtumenn at sleppa út djúpum aldudali og fram á 5. plássið. Tað var framúr.
Málið var at halda tørn um plássið í fremstu røð, sum B71 vann sær í fjør, og tað eydnaðist. Sandoyingar endaðu á 8. plássi, og avrikini vístu, at tað eru fleiri møguleikar í sandoyingunum og stuðlunum, sum teir hava uttanlands frá. Tí er fótbóltslagið gott á Sandi.
Skála endaði á sætta plássi. Fyrstu umførini vóru katastrofal, og hóast úrtøkan ikki hevur verið nakað serlig í heyst, so er sætta plássið væl og virðiliga at liva við.
Royna aftur
AB og VB/Sumba eru ikki longur partur av Formuladeildini. Tað er longu langt síðani, at niðurflytingin meiri og minni varð veruleiki. Merkisvert hevur verið, at bæði liðini – hóast vónbrotið – ikki hava lagt árarnar inn.
Sammett við undanfarin ár hava botnliðini ikki lagt rygg til fleiri stórtap. VB/Sumba hevur tvær ferðir tapt við fimm málum – 5-0 í Klaksvík og 6-1 í Streymnesi – og størsta AB tapið var 4-0 í Gundadali ímóti HB.
B68 og ÍF fáa í 2008 møguleikan at vísa, at uppflytararnir ikki nýtast at flyta niður aftur beinanvegin – í hvussu so er annar teirra.
Uttan mun til hvør flytir niður næsta ár, so tykist tað rættuliga sannlíkt, at tey bæði, sum fluttu niður í ár, skjótt fara at bjóða seg til aftur í fremstu røð.
Pengarnir avgerandi
Onkur spælaraflyting er longu kunngjørd, og næstu dagarnar fara fleiri at frættast. Í átta feløgum hava teir gjørt av, hvør skal vera venjari. Í vikuskiftisblaðnum varð víst á, at talan er um átta føroyskar venjarar, og at sjey teirra – allir uttan meistaravenjarin Johan Nielsen – eru í tríati árunum.
Felags fyri allar átta er, at teir – saman við landsliðsvenjaranum – eru útbúnir í Føroyum. Tað vil siga, at miðvísa arbeiðið at útbúgva venjarar, sum FSF fór undir fyrst í níti árunum, í ríkt mát hevur borið frukt.
Hvør fær bestu venjararnar, og hvør fer at fáa undirskriftirnar frá bestu spælarunum valdast nógv um, hvar mestu pengarnir eru at finna. Um nakrar vikur verður farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
2007 er søga, og nú fer fótbóltsprátið at snúgva seg um 2008.