Nýggj café og barr letur upp í Saltangará

Café Péche eitur nýggja veitingarstaðið Klokkan 11.30 í morgin letur nýggja veitingarstaðið, Café Péche upp á Heiðavegi nummar 44 í Saltangará. Talan verður um bæði café og barr.

 

Café´in letur upp í hølunum hjá Café Blikk í morgin klokkan 11.30. Barrin letur upp klokkan 14.00.

 

Stjóri á Café Péche er Per Mikkelsen av Strondum. Fólkini aftanfyri Rainbow Seafood standa aftanfyri Café Péche. ?Péche? er eisini franska orðið fyri fisk, og tað kemur eisini at merkja matarskránna hjá nýggja veitingarstaðnum, men kjøtverðar vera eisina at fáa.

 

Ì samband við Eystanstevnuna verður ein serlig stevnu- og upplatingarmatskrá.