Nú klokkan 17 lótu dyrnar á Mica í Miðbýnum í Havn upp fyri fyrstu ferð Tað er Hans Michael Hansen, sum stendur fyri nýggju café´ini, og hóast talan er um búskaparliga niðurgongd í samfelagnum, so hevur hann góðir vánir fyri nýggja staðnum.
- Vit royna í øllum førum at bjóða nakað serstakt til gestirnar. Ikki minst eru vit fegin um terassuna í bakgarðinum, har fólk kunnu sita heit og turr uttandura, sigur hann.
Nú café´in letur upp, verður livandi tónleikur á skránni í dag klokkan 18, tá Kim Hansen og Jens Marni Hansen fara at spæla.