Nýggj byrjan í samvinnuni við Noreg

Nú løgmaður skal hitta norska forsætisráðharran fyri m.a. at tosa um oljusamvinnu, eiga vit at fáa í lag eitt meira breitt samstarv við Noreg, sum eisini fevnir um onnur øki

NORSKI forsætismálaráðharrin Kjeld Magne Bondevig hevur boðið Anfinni Kalsberg, løgmanni á vitjan í Noregi. Henda vitjan verður einaferðí august mánað. Tað frættist, at løgmaður eisini skal vitja altjóða oljumessuna í Stavanger. Umframt løgmann skal oljumálaráðharrin Eyðun Elttør eisini vitja í Noregi um sama mundið.


VIT eiga at fegnast um, at nýggi norski forsætisráðharrin ynskir størri samvinnu við Føroyar. Hetta hevur hann m.a. úttalað seg um í samrøðu við Sosialin herfyri. Í tí sambandi nevndi hann fyrst og fremst eina komandi føroyska oljuvinnu.


TÁ hugsað verður um felags røtur okkara og um, at Noreg er eitt av næstu grannalondum okkara, so er tað heilt náttúrligt, at vit og norðmenn samvinna á oljuøkinum eisini. Men tá tað er komið hartil, at ein nýggjur norskur forsætisráðharri og ein nýggjur føroyskur løgmaður skulu tosa saman fyri fyrstu ferð - og evnið er framtíðar samvinna - so er tað ikki nóg mikið bara at tosa um eina oljusamvinnu. Vit mugu nýta hetta nýggja og góða høvið til at taka upp samvinnuna millum Føroyar og Noreg sum heild. Og her slepst ikki uttan um at tosa um fiskivinnuna.


TAÐ er einki dulsmál, at føroyingar ikki altíð hava kent seg væl viðfarna av norðmonnum, tá tað um fiskivinnu ræður. Vit føroyingar eru troðkaðir burtur mest sum allastaðni, har vit annars hava fiskað gjøgnum langar tíðir, og ikki kann sigast, at norskir fiskivinnumyndugleikar hava verið serliga samvinnuhugaðir á hesum øki. Tvørturímóti hevur norski fiskivinnupolitikkurin verið sera egoistiskur og einvísur. Taka vit russar, so hava teir í mongum verið meira samstarvssinnaðir enn granni okkara Noreg.


TAÐ skal vera okkara vón, at fiskivinnan eisini verður við í tí práti, sum Kalsberg og Bondevig fara at hava um stutta tíð. Ikki soleiðis at skilja, at vit føroyingar skulu seta ultimatum so sum at krevja nakað afturfyri á fiskivinnuøkinum, fyri at loyva teimum at vera við í eini leiting á føroyskum øki. Hetta var tað fólkaflokkurin á sinni skjeyt upp á tingi, og sum tíanbetur varð felt við ein brest. Soleiðis arbeiða vit ikki. Vit eiga at gera norðmonnum greitt, nú bæði londini hava fingið nýggja stjórn og vit eisini fara inn í eina nýggja øld, at vit ynskja eina breiða samvinnu, sum bæði fevnir um fiskivinnu, oljuvinnu og eisini mentan, har ikki minst innan undirvísing og gransking.


POLITISKI setningurin má vera ein samvinna, sum fevnir um fleiri øki. Vit hava ikki brúk fyri vøkrum og innantómum orðum. Okkurt ítøkiligt má koma á borðið, soleiðis, at bæði løgting, vinnulív og mentanarlívið í Føroyum fáa eina greiða fatan av, at frá nú av er tað álvari. Nú verður stungið út í kortið av nýggjum - ein nýggj samvinnukós millum Føroyar og Noreg. Og tað er greitt, at samvinnan á oljuøkinum er katalysatorurin, sum skal fáa hini økini við eisini. Oljuvinnan skal vera okkara trumfkort.


TÍ siga vit: vitjaninar hjá løgmanni og oljumálaráðharranum í Noregi í næstum eiga at verða mettar sum ?ein nýggj byrjan? í samvinnuni millum Føroyar og Noreg. Tað er heilt náttúrligt, at vit brúka norskar royndir og vitan til at menna eina oljuvinnu, men tá hetta er sagt, men tað eigur á ongan hátt at útiloka samvinnu við danir, bretar og aðarar á hesum øki. Nú er at bróta upp um armar og nýta høvið sum Noregsvitjaninar eru til at fremja eina veruliga samvinnu. Vit ynskja teimum báðum góða ferð til Noregs og minna teir á alla tíðina at kunna løgtingið um, hvat fer at henda.