Fyri tína atkvøðu lovi eg tær eina nýggja byrjan. Tað er avgerandi neyðugt fyri vælferðina, at vit fáa ræði á okkara egna uttanríkispolitikki. Tí vil eg sum fólkatingslimur virka fyri einum heilt nýggjum samstarvi við danir á jøvnum føti. Einum jøvnum samstarvi, har føroyskar avgerðir verða tiknar í Føroyum á føroyskum grundarlag.
Søguliga hevur Javnaðarflokkurin altíð staðið fyri teimum framstigum, sum eru tikin á sjálvstýrisleið. Avgerðirnar eru altíð tiknar, tá tær hava verið neyðugar fyri menningina av samfelagnum. Nú er aftur ein nýggj byrjan neyðug.