Fyri at taka okkum fram í føroyskum sjálvstýri er umráðandi, at hetta verður eitt felags mál fyri føroyingar. Vit eru øll samd um, at okkum tørvar størri virkisføri og avgerðarrætt á uttanríkispolitiska økinum.
Serliga aktuelt er hetta, nú Danmark leggur alt meira av valdinum til ES at umsita. Føroyar eru ikki partur av ES, tí meiriluti er framvegis ímóti hesum í Føroyum. Tí er tað margháttligt, at okkara uttanríkispolitikkur skal verða stýrdur av ES umvegis Danmark.
Vit eru noydd at síggja hendan trupulleika í eyguni og gera nakað við hann. Vit kunnu ikki lata gerðarloysi vera okkara vørumerki. Men vit skulu ikki leypa í konfrontatión við danir um hetta. Tí tað loysir ongar trupulleikar. Tað er langt síðani prógvað.
Við mínum sessi á Fólkatingi vil eg virka fyri, at vit fáa eina heilt nýggja skipan við sáttmála, ið tryggjar Føroyum sjálvstøðugt uttanríkispolitiskt vald.
Tað er ein avbjóðing áhaldandi at vísa á, at samstarvið við Danmark bert kann virka, tá tað er grundað á eina felags fatan um, at samstarvið er millum javnsettar partar. Og at ikki gomul jura, men ein felags vilji at økja rásarúmið hjá øllum pørtum er fortreyt og vegur í samstarvinum.
Útgingin heimastýrislóg
Verandi heimastýrislóg er farin um seinasta søludag. Vit frískaðu hana upp við nýggju yvirtøkulógini, men kortini er hon ikki tíðarhóskandi longur.
Tað vóru grundleggjandi broytingar gjørdar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, tá Heimastýrislógin kom fyri skjótt 60 árum síðani. Føroyar fingu lóggávu- og fyrisitingarvald, sum saman við avgerandi stuðuli frá ríkismyndugleikunum hava staðið fyri stórum framstigum í menningini av einum føroyskum vælferðarsamfelag.
Tá var hetta eitt nýbrot í samvinnu millum lond. Nýbrot, sum juristar søgdu var ómøguligt, men sum við víðskygni og treiskni bleiv veruleiki og sum nú í skjótt 60 ár hevur verið karmur um samvinnuna millum Føroyar og Danmark.
Nú eru Føroyar eitt nýmótans vælferðarsamfelag, sum má hava størri uttanríkispolitiskt virkisføri og harvið marknaðaratgongd, skal tað framhaldandi mennast. Men júst á hesum økjum setir heimastýrislógin ov stórar avmarkingar.
Nýggj byrjan
Søguliga hevur Javnaðarflokkurin altíð staðið fyri teimum framstigum, sum eru tikin á sjálvstýrisleið. Tað sum hevur eyðkent avgerðirnar er, at tær eru tiknar, tá tær hava verið neyðugar fyri framhaldandi menning av samfelagnum.
Nú er ein nýggj byrjan neyðug. Vit skulu gjøgnum virðiligan og upplýsandi dialog semjast við danir um ein sáttmála ímillum londini bæði, har vit viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum frælsum felagsskapi.
Um vit í nýggja felagsskapinum seta okkum uttan fyri donsku grundlógina, krevur hetta, at vit ítøkiliga fara í gongd aftur at arbeiða við føroysku stjórnarlógini. Tað vil siga, at stjórnarskipanarnevndin aftur skal til arbeiðis.
Í stjórnarlógini skal greitt ásetast:
hvussu politiska valdið er skipað innanlands og úteftir
hvussu landið er skipað fyrisitingarliga og rættarliga
hvørji rættindi og hvørjar skyldur borgarar landsins hava
Tað er mín sannføring, at vit náa á mál, um vit venda gerðarloysi til virkisfýsni og konfrontatión til dialog...










