Nýggj bygdaskelti í Tvøroyrar kommunu

– Endamálið er at geva ferðafólkum greiða kunning á einum vøkrum korti, sigur Kunningarstovan á Tvøroyri

Seinastu tíðina hevur kunningarstovan á Tvøroyri framleitt nýggj bygdaskelti til Tvøroyrar kommunu. Visit Faroe Islands hevur gjørt sniðleistin, sum verður brúktur kring landið.

– Endamálið er at geva ferðafólkum greiða kunning á einum vøkrum korti, har móttakarin eisini kann lesa stutta frágreiðing um gomlu bygdirnar, skrivar Kunningarstovan á Tvøroyri á sínari facebooksíðu, har tey eisini hava lagt myndirnar og tekst út.

Nýggju skeltini standa væl og miðskeiðis í Øravík, við Stórá og á Hamri í Froðba.

– Myrki bakgrundsliturin ger, at kortið ikki er ov sjónligt, men ístaðin fellur inn í landslagið, sigur Kunningarstovan.

Kunningin stendur á føroyskum og enskum, og prikkutar linjur vísa til ymsar gongutúrar kring bygdirnar.

– Vónandi verða nýggju bygdaskeltini væl móttikin av ferðafólkum, eins og borgarum í Tvøroyrar kommunu.