Vegna veður siglir Norrøna ikki úr Bergen í dag klokkan 18, men í morgin klokkan 12. Norrøna fer heldur ikki inn til Bergen sunnudagin, men siglir beinleiðis til Føroya Tískil verður heitt á tey ferðafólk, ið eftir ætlan skuldu úr Bergen til Tórshavn sunnudagin, um at koma umborð í morgin leygardagin 20. desembur. Kekk in verður frá klokkan 9 til 11.
Norrøna siglir ikki úr Hanstholm leygardagin klokkan 17, men fer sunnukvøldið 21. desember klokkan 17 úr Esbjerg. Norrøna kemur á Havnina lítla jólaaftan klokkan 8.
Tey ferðafólk ið skulu úr Esbjerg og ikki hava bil, skulu møta á Esbjerg Banegård, har ein bussur hjá Smyril Line koyrir klokkan 15.30 oman á keiina.
Í stuttum:
Fráferð Bergen: 20. desember klokkan 12
Fráferð Esbjerg: 21. desember klokkan 17
Koma Tórshavn: 23. desember klokkan 8