Nýggj brennistøð kann geva grøna orku til 2000 húsarhald

Ein nýggj risa brennistøð fyri allar Føroyar, kann geva streym til upp til 2000 húsarhald, men higartil hevur Tórshavnar Kommuna ikki víst ætlanini áhuga Tað besta fyri búskapin og umhvørvið er, at IRF og Tórshavnar Kommuna semjast um at byggja eina nýggja risa brennistøð í felag.

Tað hevur nevndin í IRF roknað seg fram til.

IRF hevur loddað dýpið hjá Tórshavnar kommunu fyri at vita, um áhugi er at byggja eina stóra, felags brennistøð fyri alt landið.

Men á aðalfundinum hjá IRF nú um dagarnar staðfesti nevndarformaðurin, Regin Jacobsen, at higartil hevur áhugin hjá Tórshavnar Kommunu verið so lítil, at fyribils fer IRF ikki at arbeiða víðari við tí møguleikanum.

Regin Jacobsen sigur, at tað eru stórir fyrimunir við eini stórari felags brennistøð fyri alt landið, og seinni IRF at taka hendan spurningin uppaftur.

Ein stór, felags brennistøð kann gera eini 8-10 megawatt av streymi burturúr ruskinum, og tað er nóg mikið av streymi til upp ímóti 2000 húsarhaldum, soleiðis sum streymnýtslan er nú.

- Av tí at ein slík brennistøð kann gera so nógvan streym, hevur ein slík loysn eisini stóran umhvørvisligan áhuga.

Regin Jacobsen sigur, at tað loysir seg ikki at hugsa um at gera streym við teimum smáu brennistøðunum, sum nú eru, tí tað krevur eina nógv størri støð.

Hann viðgongur, at talan er um eina stóra íløgu, tí heilt runt roknað kostar ein slík brennistøð einar 500 milliónir.

At Tórshavnar Kommuna higartil ikki hevur víst málinum áhuga, fær ikki Regin Jacobsen at fella í fátt, tí gongd kann saktans koma á málið, tá ið meiri kjøt kemur á ætlanina.