- Vit fara nú til verka fyri at finna øki til nýggja brandstøð.
- Men hetta málið hevur skund, tí nógv standa og bíða eftir avgerðini, sigur borgarstjórin.
Kallað varð saman til fund um støðuna viðvíkjandi brandstøðini í bygdini, og sum nú skal nýtast til annað endamál.
Á fundinum luttóku teir sløkkiliðsmenn sum kundu møta og umboð fyri bygdarráðið, m.a. borgarstjórin sjálvur.
Her fingu menn høvið at tosa saman um støðuna og høvi at siga sína hugsan um hetta málið, sum hevur verið høvuðsevni í samtalunum manna millum í Vestmanna hesar seinastu dagarnar.
Vissa fekst eisini fyri, at flestu sløkkiliðsmenninir eru sinnaðir at halda fram, meðan onkur teirra ynskir longur umhugsunartíð.
Skal loysast
Á fundinum varð avgjørt at seta niður ein nevnd, sum um stutta tíð skal koma við einum tilmæli um ein staðseting av teirri nýggju brandstøðini.
Í hesi nevndini sita umboð fyri sløkkiliðsmenninar og kommununa, og skulu teir nú finna fram til best egnaða økið.
Karl A. Olsen sigur, at í høvuðsheitum kann ein slík brandstøð standa allastaðni. Men besta loysnin er sjálvandi at hon liggur væl fyri , er sentral og er løtt at koma til og skjót at fara frá.
- Mín støðan er hon, at hesi viðurskiftini kunnu loysast og skulu loysast.
- Eingin tíðarfreist er sett á, nær hetta arbeiðið verður liðugt. Men bólkurin skal í øllum førum arbeiða skjótt, sigur Karl A. Olsen.
Sum skilst verður fundur aftur longu í komandi viku.
Í øllum førum er greitt, at eingin verður tveittur á dyr, og at ein loysn skal verða funnin, áðrenn sløkkiliðið fer úr verandi brandstøð!