Týsdagin varð snotulig timburbrúgv sett upp í Haldórsvík. Brúgvin er smíðað av næmingum á Tekniska skúla og er 7,60 metur long og 1,20 metur breið.
Arbeiðsmennin hjá kommununi gjørdu fundamentið og settu brúnna upp.
- Brúgvin er liður í ætlanini fyri økið, sum kom í kjalarvørrinum av at Marine Harvest læt bygdini nýggjan sand í 2014. Brúgvin bindur saman økið og fríðkar eisini um, skrivar Sunda kommuna.
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.