GUDSTÆNASTA: Tað er altíð serstakt at vera til gudstænastu ólavsøkudag. Og gudstænastan í
morgun var einki undantak í so máta.
Ein partur av gudstænastuni í morgun var løtan, tá tann nýggja bispakápan varð avdúkað.
Hanus á Gørðum, ið prædikaði í ár, vísti á, at tíðin nú var komin at fáa eina nýggja bispakápu.
Hugmyndin aftanfyri nýggju kápuna er runnin úr føroyskum jørðildi, við eini mynd frá Gjógv við norðara parti av Kalsoynni í baksýni. Kápan er haraftrat prýdd við tjóðarblómu okkara, sóljuni og er, sum myndirnar vísa, eitt satt listarverk.
Tað stóra arbeiðið við nýggju kápuni eigur ivaleyst Poulina Eliasen av Syðradali á Kalsoynni. Hon hevur havt ábyrgd av arbeiðinum og hevur sjálv broderað kápuna.
Jógvan Sámal Heldarskarð teknaði myndina, umframt sóljurnar sum prýða kápuna frammanfyri og aftanfyri, meðan Marni Laksáfoss gjørdi spennið og Ruth Laksáfoss seymaði kápuna.
- Hesa løtuna ynskja vit Guds signing yvir land okkara, og yvir tey, sum koma at bera hesa kápuna í framtíðini, segði Hanus á Gørðum undir gudstænastuni í morgun.
Myndir: Jens Kristian Vang