Nýggj beding á Skála

Bedingin á Skála er rættiliga nýggj. Gomlu skinnararnir lógu meira at kalla niður á botnin, meðan nýggju skinnararnir, sum eisini ganga heilt út á 17 metra dýpi, liggja á betongi. Tá bedingin varð tikin í nýtslu fyri nøkrum árum síðan, var okkurt smávegis at justera, men sagt varð, at eingir stórvegis trupulleikar vóru. Mett varð, at hetta er ein nútímans beding, sum kann brúkast langt inn í framtíðina. Gamla bedingin var vorðin vánalig, og valið stóð ímillum at pjøssa meira upp á hana – ella at byggja eina nýggja beding.
- Nýggja bedingin er fult automatiserað, og nú kann øll upptøka og sjóseting av skipum stýrast frá einum pulti, varð sagt, tá bedingin varð tikin í nýtslu.
Tað var J & K Petersen, sum stóð fyri øllum lendis-og betongarbeiðnum, bæði á landi og úti í sjónum.