Nýggj Barnatannlæknastova raðfestast høgt

Halla Samuelsen, býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd
----------

Á ferð í Jútlandi hevur sosiala nevnd fingið nærri innlit í, hvussu danskar kommunur hava skipað barnatannrøktina og bygt nýggjar barnatannlæknaklinikkir. Eisini hevur nevndin fingið neyva kunning um, hvussu kommunurnar skipað eldrarøktina, herundir um bygging av eldraíbúðum.
Nevndin hevur vitjað fýra kommunur – Aalborg, Frederikshavn, Viborg og Billund. Ferðin er liður í arbeiðinum hjá nevndini at fyrireika ætlan um at byggja nýggja tannlæknastovu til barnatannrøktina, sum eisini skal fevna um ortodontiina. Tað liggur eisini í kortunum, at føroysku kommunurnar skulu yvirtaka alla ábyrgd av eldrarøktini.
Eftir at hava vitjað 4 ymsar barnatannlæknaklinikkir í Aalborg og Frederikshavn er eyðsýnt, at hølis- og virkisumstøðurnar hjá okkara egnu Barnatannlæknastovu eru alt ov trongar og ótíðarhóskandi. Tað er bert tí, at vit hava so dugnalig starvsfólk á stovninum, at til ber at halda virkseminum á sama stigi sum í donskum kommunum.
Avbjóðingin hjá Tórshavnar kommunu er tó ikki bert at byggja nýggja tannlæknastovu. Higartil hevur kommunan havt avtalu við Bergtóru Hanusardóttir um ortodontiviðgerðirnar, men hesar skulu nú skipast beinleiðis undir Barnatannlæknastovuni. Nevndin fekk tí eisini kunning um, hvussu donsku barnatannlæknaklinikkirnar eru skipaðar, og hvussu klinikkirnar eru uppbygdar í mun til arbeiðsgongdir.
Á ferðini luttóku eisini Sigrid Arge, leiðari á Barnatannlæknastovuni, Unn Jacobsen, tannlækni, og Bergtóra Hanusardóttir, sertannlækni í ortodonti.
Tað var eisini sera áhugavert at síggja, hvussu Viborg og Billund hava skipað sítt eldrarøktarøkið bæði í mun til tænastur, fígging, visitatión og íbúðarmøguleikar til ymsar bólkar av eldri. Umframt at síggja fleiri ymsar eldraíbúðir og fígging av slíkum, fekk nevndin gott innlit í umsitingarligu avbjóðingarnar, nú økið skal leggjast til kommunurnar.
Sosiala nevnd var umboðað av Hallu Samuelsen, forkvinnu, Marin Katrinu Frýdal og Vagni Johannesen. Saman við nevndini luttóku eisini Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, og Unnie Justinussen, ráðgevi.