Nýggj barnabók útkomin

Tvøri og Tvassa liva í einari verð, har lærarnir mugu koyra fingurin upp, um teir vilja siga nakað

Í Tvøra og Tvassalandi vendir tað mesta upp og niður. Børnini klára alt sjálvi, tey fara til handils, gera mat, og ansa eftir foreldrunum. Í skúlanum mugu lærararnir koyra fingurin upp, um teir vilja siga nakað. Kortini líkist gerandisdagurin okkara.

»Tvøri og Tvassi« er stuttlig myndabók, sum er ætlað børnum í aldrium tvey til seks ár, men eisini smærri skúlabørn kunnu práta um søguna og fáa ymiskan stuttleika burtur úr tekningunum.

Søguna og hugskotið eigur Steintór Rasmussen, og Eydna J. Steinberg hevur myndprýtt nýggju bókina, sum Innskot gevur út. 

»Tvøri og Tvassa« fæst í bókabúðunum.