Nýggj bankatænasta á flogvøllinum

Føroya Banki hevur sett eina nýggja teldu upp í bíðihøllini á flogvøllinum. Kunningarhornið gevur kundum bankans atgongd til allar intenettænastur bankans

Nú ber til at avgreiða síni bankaørindi á flogvøllinum uttan fyri vanligu upplatingartíðirnar hjá Føroya Banka.
Við síðuna av gomlu sjálvtøkuni hevur bankin sett upp eina teldu, tað sonevnda Kunningahornið, har fólk við loyniorði til ymsum tænasturnar hjá bankanum, kunnu fara at avgreiða síni bankaørindi.
Av menningardeildini hjá Føroya Banka í Havn verður sagt, at her fæst atgongd til Netbankan, saldo og kontoavrit umframt aðrar tænastur, sum vanliga fáast yvir inernetið. Beinleiðis atgongd er til internetið um hesa telduna á flogvøllinum.
Á fremmandum málið verður hetta nevnt ein Infostandari. Ein, sum letur fólki upplýsingar um tær tænastur, sum bankin gevur.
Kunningarhornið á flogvøllinum er opið samstundis, sum peningasjálvtøkurnar kring landið eru virknar. Frá klokkan seks á morgni til midnátt.
Onkur onnur slík kunningartelda er sett upp, siga tey á Menningardeildini hjá Føroya Banka. Eitt nú stendur ein í gongini í deild bankans í Niels Finsensgøtu í Havn.