Nýggj bók: Várferðin til Brúnna

Rakel Helmsdal hevur skrivað Várferðin til Brúnna, sum og Bókadeildin gevur út. Hetta er fyrsta í einari røð kallað Úr Mosakulluni. Í bókini hevur Rakel skapað ein ævintýrheim og har eru sniflar, áarsveim, ljósberar, vættrar og mangir aðrir skapningar. Bókin er skrivað soleiðis, at hon egnar seg væl at lesa upp fyri smáum børnum. Edward Fuglø hevur myndprýtt við stórum myndum og vignettum, og høvuðslitirnir eru bjart reyðir, grønir og gulir. Várferðin til Brúnna er 138 bls. og innbundin.