Nýggj bók um Wolles familjuna og Trøllanes

Komandi viku kemur út nýggj bók um Wolles familjuna á Trøllanesi og ymsar hendingar úr bygdasøguni har

Í bókini um Wolles familjuna og Trøllanes greiðir Jákup Andreasen frá um eftirkomarar hjá hjúnunum Rosenmeyer og Maluni í Uppistovu fram til dagin í dag.

Nøkur av hesum fólkum hava Wolles sum eftirnavn, sum faðir Rosenmeyer, Skipar Hansen, upprunaliga navngav summum av sínum børnum.

Hjúnini í Uppistovu fingu nógvar eftirkomarar, og sum dømi kunnu nevnast: Jákup Frederik og Hans Petur Øregaard, Elspa á Dul og Oluffa Myglegaard, Símun Jóhan og Rosenmeyer Wolles, Jógvan Isaksen og Finnbogi Ísakson, Fía Høj og Ruth Olsen, Ingvard og Martin Fjallstein, Karl Wolles og Agnas Fjallsá, Ragna Jacobsen og Jórunn Dánialsdóttir.

Umframt familjuna Wolles viðger bókin eisini ymisk viðurskifti úr bygdarsøguni á Trøllanesi, til dømis um skúla og lærarar, postflutning, heilsuviðurskifti, trúarlív og óhapp og vanlukkur á sjógvi og landi.

Bókin verður løgd fram hóskvøldið 4. juni klokkan 19.30 í Norðoya Sparikassa í Klaksvík, har Jákup Andreasen fer at greiða frá arbeiðinum við bókini.

Eisini verður høvi at hoyra Ásu Justinussen, sum var gift Finnboga Ísakson, siga frá sínum tilknýti til Wolles familjuna og Trøllanes.

Framløgan er almenn, og øll eru vælkomin