Nýggj bók um William

Tíðindaskriv

?Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa? eitur nýggj bók eftir Jógvan Isaksen. Sagt verður frá tí høpi William Heinesen vaks upp í og hvørja ávirkan tað fekk á skaldskapin hjá honum og metingin av honum millum fólk í Føroyum. Bókin fer síðani í tíðarrøð ígjøgnum allan tann óbundna skaldskapin hjá høvundinum og ger harumframt greiði fyri, hvat verður brúkt av teori og tekur at enda samanum alla viðgerðina. Umframt permuna, sum William Heinesen hevur klipt, so er bókin eisini myndprýdd við fitt av vignettum eftir sama listamann.
Forlagið Amaldus er sett á stovn at geva út føroyskar bøkur á donskum. Orsøkin er, at tað gongur ógvuliga striltið at fáa forløg í Danmark at geva ikki bara føroyskar bøkur, men eisini norðurlendskar bøkur út. ?Mellem middelalder og modernitet? er skrivað eftir áheitan frá donskum forlagi, men av tí at forleggjarin knappliga doyði í vár, varð gjørt av at leggja fyri við hesi bók á Amaldus. Komandi fer forlagið at geva aðrar føroyskar bøkur út í danskari týðing, t.d. eftir Oddvør Johansen.
?Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa? eftir Jógvan Isaksen er 269 síður og kostar kr. 260.