4. juni kemur bók eftir Jákup Andreasen út. Bókin er um Wolles familjuna á Trøllanesi og um ymsar hendingar úr bygdasøguni Nýggja bókin eftir Jákup Andreasen eitur Wolles fólkini og Trøllanes.
Í 1828 flytur ein ungur havnarmaður norður á Trøllanes at búgva. Hetta er Rosenmeyer hjá Skipar Hansen, sum var føddur í Havn, og sum frammanundan hevði verið húskallur á Viðareiði. Rosenmeyer var triðyngstur av 20 børnum í tveimum giftum og var uppkallaður eftir handilsstjóranum í Rybergs handli í Vágsbotni. Hann giftist í 1833 við Maluni, sum var yngsta bónda¬dóttirin úr Innistovu á Trøllanesi.
Rosenmeyer og Malan fluttu inn í eina roykstovu, sum nevndist Uppistova, og sum hevði staðið tóm síðan 1815. Tey vóru ognarleys, men gjørdust uppisitarar hjá skyldfólki hjá Maluni í Mikladali, og tí fingu tey loyvi at giftast. Tríggir menn, sum itu Rosenmeyer, hava búð í Uppistovu á Trøllanesi síðan 1833. Tann seinasti doyði í 1996.
Í bókini um Wolles familjuna og Trøllanes verður greitt frá um eftirkomarar hjá hjúnunum í Uppistovu fram til dagin í dag. Nøkur av hesum fólkum hava Wolles sum eftirnavn, sum Skipar Hansen upprunaliga navngav summum av sínum børnum. Bókin viðger eisini viðurskifti úr bygdarsøguni, t.d. um skúla og lærarar, postflutning, heilsuviðurskifti, trúarlív og óhapp og vanlukkur á sjógvi og landi.
Á framløguni í Norðoya Sparikassa fer Jákup Andreasen at greiða frá um bókina, og Ása Justinussen, sum var gift Finnboga Ísakson, fer eisini at siga frá. Bókin skuldi verið áhugaverd hjá øllum, sum hava okkurt tilknýti til Trøllanes. Framløgan er almenn, og øll eru hjartaliga vælkomin.