Nýggj bók um Smiril

Danski rithøvundurin Bjarni Åkesson Filholm, sum ættaður er úr Føroyum, hevur givið út bók um Gamla Smiril

 

Bókaútgáva


Ein nýggj bók um Smiril er komin á marknaðin. Bókin er givin út í Danmark og verður at fáa í flestu føroysku bókasølunum umleið 22. juni, sigur forlagið Nautilus í tíðindaskrivi.

At bókin eitur Smiril, sum stavaður verður við fyrra i, sigur beinanveg frá, at talan er um Smirilin við teirri eyðkendu floytuni, Gamla Smiril, sum hann varð nevndur, tá nýggjur Smyril varð smíðaður á Tórshavnar Skipasmiðju í 1967.

Høvundurin skrivar í fororðinum, at hann væl veit, at Erling Poulsen longu hevur skrivað bók um Smyrlarnar, og at hendan bókin ikki skal síggjast sum nøkur kapping til ta bókina. Tvørtur í móti, sigur Bjarni Åkesson Filholm, hevur bókin hjá Erlingi verið inspirerandi, meðan arbeitt hevur verið við hesi bókini.

Bjarni Åkesson Filholm hevur fyrr givið út bók um Tjaldrur, sum smíðað varð í Aalborg. Meðan arbeitt varð við teirri bókini, kom hann ofta fram á navnið Smiril, sum eisini var ein íblástur til at fara undir bók um hetta skipið.

Eitt annað, sum felags er fyri hesi bæði skipini, er at tey bæði eru smíðað í Norðurjyllandi - Tjaldur í Aalborg og Smyril í Frederikshavn - »af vendelboer«, sum hann tekur til og sipar við tí til, at hann sjálvur býr í Vendsyssel.

Men eisini onnur ting hava verið viðvirkandi til, at hendan bókin er skrivað. Eitt nú, at hann er í ætt við tann »legendariska« Jens á Hvítanesi, sum meira ella minni verður settur í samband við Smiril, tá hann verður nevndur. Í tí liggur so eisini, at høvundurin er ættaður úr Suðuroy, og sjálvandi sum partvíst suðringur hevur eina nostalgiska kenslu fyri Smirli.

Tað er ikki fyrstu ferð, Bjarni Åkesson Filholm gevur bók út um skip. Bókin um Tjaldur kom út í 1999, og í fjør gav hann út bók, ið hann nevndi »De hvide skibe«, og sum er um skip hjá borholmskum felag.

Bókin er 80 blaðsíður við tekningunum av Gamla Smyrli umframt nógvum fotomyndum, sum vísa allar fýra Smyrlarnar, sum siglt hava.