Nýggja bókin ?Reyði Krossur Føroya? frá 1926 ? 2001 er ein spildurnýggj føroysk bók um Reyða Kross, og fevnir hon um arbeiðið hjá Reyða Krossi líka frá byrjan av og upp til okkara tíðir. Bæði virkið hjá hesum felagsskapi í Føroyum og uttan úr heimi er lýstur í bókini, og er bókin 75 síður.
Sum sagt eru heimlig viðurskifti lýst, men eisini søgan um alheims Reyða Kross og Reyða Hálvmána er frágreidd og lýst í bókini.
Evni, sum ikki fyrr hava verið viðgjørd í Føroyum, eru fleiri. Nær og hvussu byrjaði ?Sjúkrasystratænastan?? Nær byrjaði frálæran um fyrstu hjálp? Nær og hvussu varð tilbúgvingin av bjargingarringum og børum lagdar út um landið o.s.fr. Eisini er skrivað í hesi bók, at Reyði Krossur Føroya setti tilbúgvingarfólk í 1942 at fyrireika hjálp, tá seinni heimsbardagi einaferð var av.
Einars Prent hevur prentað bókina, og kostnaðurin fyri ?Reyði Krossur Føroya? í bókabúðum er 115 krónur, meðan limir fáa bókina fyri 95 krónur.