Maya Albana, sum legði ?X-Factor?-sendingini til rættis, er farin undir at skriva eina bók um vinnaran Martin.
Martin Hedegaard er bert 15-ára gamal, men hann hevur longu verið kendur um alt Danmark í fleiri mánaðir, eftir at hann vann finaluna av stóru donsku ?X-Factor?-kappingini.
Maya Albana hevur í seinastuni fylgt Martin sera tætt og hon hevur m.a. eisini gjørt videodagbókina, sum liggur á heimasíðuni hjá Martin.
Komandi bókin fer at eita ?Martin ? Ævintýrið, Ørum og X-Factor? og hon verður lýst sum ?ein eygnavitnis frágreiðing um ?X-factor? aftan fyri kulissurnar frá fyrstu audition?ini til finaluna, um tíðina eftir at kamera?ini vórðu sløkt og fram til at fyrsta fløgan hjá Martin kom út?.
Bókin kemur út 14. november.










