Nýggj bók um list á mentanarnáttini

Í sambandi við mentanarnáttina í Havn nú um vikuskiftið, verður aftur í ár skipað fyri listarundferð á Kongabrúnni.

Samstundis verður løgd fram ein lítil bók við heitinum "Tjúgu trygg valaverk", sum Kinna Poulsen hevur skrivað og sum Tryggingarfelagið Føroyar gevur út.

Hugskotið til bóklingin kom á mentanarnáttini síðsta ár, tá ið Kinna Poulsen varð biðin um at vísa fram list hjá Tryggingini og greiða frá henni.

Tiltakið eydnaðist sera væl, tí áhugin var stórur og saman við Tryggingini varð sett ferð á eina tilgongd fyri at fáa tey góðu listaverkini fram í ljósið. Mentanarnáttina hava fólk høvið at uppliva úrslitið og at fáa eitt ókeypis eintak av bókini.

Reyðu kvinnumyndina á permuni eigur Tróndur Patursson. Oda Andreasen hevur samskipað, Dánjal Jacobsen hevur sniðgivið og Fotostudio við Per á Hædd tók fotomyndirnar.

Ein av myndunum er ein mynd, sum Ingálvur av Reyvni málaði av Tinganesi, og sum sæst her.

Um hana sigur Kinna Poulsen soleiðis:

Er myndin av Tinganesi lítil í vavi, tess meira stórsligin er hon í listaligari dygd. Í mun til yngri myndir hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005), er lítla myndin av Tinganesi figurativ og rættiliga statisk. Í litum er hon skipað út frá meginregluni um mótsetningslitir, sum lærarin hjá Ingálvi av Reyni, Axel Jørgensen gekk høgt uppí á akademinum og sum tað sambært Ingálvi sjálvum tók nógv harrans ár at koma burtur úr aftur. Ingálvur av Reyni var sum kunnugt serstakliga sjálvatfinningarsamur og helt, at hann var ov lítið sjálvstøðugur árini aftaná akademiútbúgvingina. Men hyggja vit at myndini av Tinganesi, kunnu vit staðfesta, at hon bæði í litum og bygnaði er ein serstakliga væl eydnað ungdómsmynd, sum gevur ábendingar um, at avvarðandi listamaður er framúrskarandi koloristur..."