Nýggj bók um Føroyar undir krígnum

Nýggj, donsk bók lysir bæði føroyska gerandsdagin undir 2. heimsbardaga og støðuna hjá Føroyum í stóra krígspolitiska leikinum »Operation Valentine« er heitið á nýggju bókini hjá Bjarna Åkesson Filholm um Føroyar undir 2. heimsbardaga. Heitið sipar til loyniorðið, ið bretar virkaðu undir í Føroyum krígsárini.

Bjarni Åkesson Filholm, ið hevur føroyskar røtur, sigur her søguna um Operatión Valentine, og um hvussu bretska hersetingin ávirkaði føroyska gerandisdagin undir krígnum.

Eisini lýsir høvundurin serligu støðuna hjá bretska hervaldinum, sum ofta mátti stíga sera varliga í spælinum millum føroyingar, danska amtmannin og atlitini til sambandið millum Føroyar og Danmark eftir kríggið.

Bókin byggir á hópin av skjølum frá krígnum, men eisini á persónligar frásagnir hjá føroysku mammu høvundans og svenska abba hansara, sum búði í Suðuroy undir krígnum.

Tað er forlagið Nautilus, sum hevur givið út »Operation Valentine«