Nýggj bók um Clinton-hjúnini

Fyrrverandi blaðstjórin á Newsweek hevur skrivað bók um Hillary Clinton. Men bókin snýr seg eisini um mann hennara, og alt er ikki líka hugligur lesnaður

Í bókini, sum eitur "The Truth about Hillary" (Sannleikin um Hillary) skrivar Edward Klein ymsar søgur um fyrrverandi forsetafrúuna og mann hennara, men fyribils hava teir flestu amerikonsku fjølmiðlarnir gjørt lítið burtur úr innihaldinum.
Kortini hava onkur bløð valt at prenta partar av bókini, og tey hava sum vera man lagt seg eftir tí, sum Edward Klein skrivar um samlívið hjá fyrrverandi forsetahjúnunum. Ella kanska rættari sagt tað, sum hendir uttan fyri samlív teirra. Millum annað verður nógv gjørt burturúr, at Bill Clinton hevur sera gott samband við eina fráskilda kvinnu, og at ein bilur hjá Secret Service, sum verjir fyrrverandi forsetan, skal hava staðið uttan fyri húsini hjá kvinnuni minst einaferð.
Politiskir eygleiðarar í USA halda, at tann nýggja bókin hevur til endamáls at forða fyri, at Hillary Clinton verður afturvald til senator í New York í heyst, og at hon skal gerast tann fyrsta kvinnan í amerikanska forsetaembætinum. Meiningakanningar hava víst, at meiri enn 50 prosent av veljarunum ætla sær at velja hana, um hon stillar upp á forsetavalinum í 2008.
Teir politisku eygleiðararnir vísa eisini á, at forlagið, sum hevur givið bókina hjá Edward Klein út, hevur gott samband við tann erkakonservativa vongin í amerikonskum politikki.