Elsa Funding, prestur, hevur skrivað bók um føroyskar bíbliutýðingar og týðingarroyndir Bókin er kanning høvundans av føroyskum
týðingum av bíbliuteksti frá byrjanini í 1823 og fram til 1990.
Viðgerðin er tvíbýtt: tíðin fram til 1908 og tíðin 1909-1990. Týðararnir í tí fyrra
skeiðinum eru slóðbrótarin Schrøter og teir Hammershaimb, Jóan Petur uppi í Trøð, Fr. Petersen, Jógvan Poulsen, Símun av Skarði og A. C. Evensen. Í hesum skeiðinum varð støðið lagt.
Í seinna skeiðinum eru tey trý høvuðsnøvnini Jákup Dahl, sum fram um aðrar skapti føroyskt bíbliumál; Victor Danielsen, ið týddi alla Bíbliuna; og K.O. Viderø, sum týddi Gamla Testamenti. Teir yngstu týðararnir eru Axel Tórgarð og Hans J. Joensen.
Viðgerðin av og samanberingin millum tær føroysku týðingarnar er bulurin í
bókini hjá Elsu Funding. Gjølla og hegnisliga er sagt frá, so tað er
forvitnisligt hjá øllum, sum hava áhuga fyri evninum, sigur Fóðskapur, sum gevur bókina út.
Bókin, sum er nr. 4 í røðini Setursrit, er 202 bls. og kostar 228 krónur.