Tann fyrsta bókin í bókarøðini "Søgur av sjónum" er nú komin í bókabúðir. Í teirri fyrstu bókini eru frásagnir frá ellivu hendingum á sjónum ta seinastu øldina. Millum annað verður sagt frá tí kenda skipinum, sum var á veg til Føroya við viði til timburhandilin hjá Kjølbro, men sum ikki kom vegin fram. Har er eisini søgan um hendingina, tá tveir føroyskir sildabátar vórðu niðursigldir, og tríggir mans doyðu.
Í bókini er eisini søgan um stýrimannin úr Havn, sum tók málið í egnar hendur, tá skiparin hevði mist mótið, tí teir vóru í havsneyð.
Men bókin snýr seg ikki bara um føroysk skip og føroyskar sjómenn. Har er eisini søgan um damparan, sum fór á land við Hvalnes eystantil á Sandoynni, tí tað var vestfall og ikki eystfall, sum skiparin hevði roknað seg fram til. Bókin sigur eisini frá vanlukkuni, tá "Norge" sakk við Rokkin, og tá "Skagerak" sakk á veg til Hirtshals, tí hekkuportrið fór í illveðri.
Tað er Forlagið Gráfelli, sum gevur bókina út, og Árni Joensen hevur skrivað hana. Hann hevur fyrr skrivað bøkurnar "Við úthavsins strendur" I og II og "Góðan morgun - tað er politiið".
"Søgur av sjónum" er knappar 150 síður og kostar 240 krónur í bókabúðunum.