Í nýggjari bók verður tann væl lýddi danski sangarin, Kim Larsen, ákærdur fyri at vera ein maður, ið misnýtir øll, sum hann samstarvar við. Eisini verður hann ákærdur fyri at ikki avdúka sínar kenslur.
Soleiðis verður skrivað í bókini Erindringer om Larsen og Clausen og andre ronkedorer i rockland.
Bókin er skrivað av tíðindamanninum Michael Frank Møller og fyrrverandi samstarvsfelagnum, Kim Hyttel.
- Kim Larsen misnýtir øll fólk, sum hann arbeiðir saman við. Eg haldi ikki, at Kim Larsen kennir aðrar hættir fyri samveru. Eg trúgvi tó ikki, at tað er illskapur. Men tá Kim kemur inn í eitt høli, tekur hann alt úr teimum fólkunum, sum hann kemur í samband við, sigur Kim Hyttel við danska tíðindablaðið B.T.
Bókin kemur á marknaðin mikudagin.
(Eftir Nela Heldarskarð)