Deyði poppkongurin Michael Jackson hevði eitt loyndarmál. Hóast hann millum annað var giftur við dóttir Elvis Presley, var hann í veruleikanum samkyndur. Tað er í øllum førum rætt sambært høvundanum Ian Halperin, ið er ávegis við biografi?ini ?Unmasked: The Final Years of Michael Jackson?.
Í bókini avdúkar Halperin, at Michael hevði eina ørgrynnu av mannligum elskarum kring seg, og at nærum øll tætt honum vistu, at hann var samkyndur.
Sambært bretska blaðnum The Sun hevur høvundurin nevniliga funnið tveir fyrrverandi elskarar hjá Jackson. Serstakliga ein av hesum skuldi Jackson, sambært høvundanum, verið ?smaskforelskaður? í, og møtt á einum á heldur bíligum hotelli.
Ein annar elskari hjá Jackson greiður enntá frá heldur intimum detaljum um Jackson.
-Fyrstu ferð vit høvdu sex segði hann við meg, ?The Kingo of Pop skal slikka tín slikkipinn?. Tað kann enn fáa meg at flenna, tá eg hugsi aftur á tað, sigur keldan.
Høvundurin Ian Halperin sigur við The Sun, at hann hevur gjørt samrøður við nógvar keldur, ið vátta, at Jackson var samkyndur.
- Nærum øll hava sagt mær tað. Sjálvt tey, ið eru ímillum hansara mest trúføstu verjar ? fólk, ið hava burturvíst allar ákærur um, at Jackson hevur gjørt seg inn á børn ? siga, at hann var samkyndur, sigur Halperin.
Longu í 1979 byrjaði slatri um, at Jackson var til menn. Tá spurdi tann víðagitni J. Randy Taraborrelli, um Jackson var samkyndur.
-Nei eg eri ikki samkyndur. Eg verið ikki ávirkaður av, at fólk halda, at eg havi samlegu við menn, var svarið frá Jackson tá.