Nýggj bók: Hvalurin er mín

Forlagið Ritstarv hevur givið út siðsøguligu bókina “Hvalurin er mín”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað

HVALURIN ER MÍN er ein søgulig lýsing av stórhvalasøguni í Føroyum. Bókin er somuleiðis ein lýsing av sjálvari veiðuni á hvalabátunum og arbeiðinum á hvalastøðunum. Talan er um ein nærum gloymdan tátt í okkara vinnulívssøgu, sum byrjaði í 1894, og sum var í hæddini frá 1898 til 1911.

Tað vóru norðmenn, sum byrjaðu stórhvalaveiðuna í Føroyum, men onkustaðni var helmingurin av partapeninginum føroyskur. Bókin lýsir væl ta ídnaðarmenning, sum kom til Føroya við guvuskipum, kanónum og sjey framkomnum hvalastøðum á landi og onkuntíð 17 hvalabátum samstundis.

Seinni yvirtóku føroyingar hvalastøðirnar í Lopra og við Áir.

Hvalaveiðan útvegaði frá byrjan nógv arbeiðspláss og rindaði eitt skiftið meira pengar til almennu amtskassarnar og vegagerð, enn nøkur onnur einstøk vinna. Nýggj tíð var komin til landið. Arbeiðsmenn fingu pengarnar í hondina, og menningin av áður ognarleysum fólkum fekk eitt nýtt bein at standa á.

Stórhvalavinnan hevði samstundis sera stóran týdning fyri føroyska húsarhaldið við bíligum hvalatvøsti sum munadygt føðsluískoyti.

 

Fakta:

Hvalurin er mín

Høvundur: Helgi Jacobsen

310 síður og 230 myndir

kr 320