Magnus Gunnarsson
Talan er um bókina »TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1906-1910«, sum snýr seg um tey 279 fólkini, 129 gentur og 150 dreingir, sum vórðu fødd í Havn hetta tíðarskeiði.
Bókin, sum er um 300 síður, er framhald av bókunum »TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1900« og »TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1901-1905«, sum vórðu útgivnar í fjør.
Bókin staðfestir samleikan hjá hesum fólkum – teirra æviskeið og lívsgerning við einstaklingamynd, har tað hevur borið til at útvegað tær. Talan er um føroyingar, okkara medborgarar, nær og hvar og hvussu teirra lívsumstøður háttaðu seg.
Við hesum bókunum er Havnin helst einasti býur í heiminum, sum kann vísa á lívsskeiðið hjá hvørjum einstøkum borgara í hesum tíðarskeiðinum.
Perman er prýdd við málningi, sum Jógvan Waagstein málaði úr heimi sínum við Hoyvíksvegin.
Við teimum báðum undanfarnu og hesi útgávuni eru 570 havnarborgarar, 270 gentur og 300 dreingir, dagførd við ársdegi og personalia – frá vøggu í grøv í tíðarskeiðsrøðini, ið nú fevnir um ellivu ár. Her eru sólskinsøgur og sárar og svárar vanlagnur. Onkur sleit fullan aldur, meðan onnur máttu lúta, áðrenn lívið av álvara tók við. Her eru umrødd skipsbrot, tuberklar og aðrar lívshóttandi sjúkur, ið merkti nógv fólk hesa tíðina.
Bókin “TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1906-1910” kostar kr. 275. Tilboð er eisini, har tú kann keypa allar tríggjar bøkurnar fyri ein samlaðan prís á kr. 298. Øll, sum ogna sær tað nýggju bókina, fáa við í keypinum bókina “HAVNIN fólk- og yrki 1940-1969”.
Bókin verður løgd fram og signerað í Miðlahúsinum frá kl. 16-19.