Nýggj bók frá Una Arge

Sprotin gevur út bókina Framtíðin kallar - 50 tekstir um fólk og samfelag, sum Uni Arge, journalistur, hevur skrivað. Í bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011.

Greinirnar snúgva seg m. a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrúnað, tilveruna, tónleik, søgu, vinnulív, fjølmiðlar og mál.

Tekstirnir eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Teir eru skrivaðir á løttum máli og seta nógvar stórar spurningar í perspektiv. Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Bókin gevur íblástur til kjakið um broytingarnar, vit nú uppliva.

Kunnu vit læra nakað av bankaskrædlum? Kunnu óheft eftirlit fyribyrgja, at valdið verður misnýtt í Føroyum? Er Facebook fimta statsvaldið? Tílíkir spurningar verða settir í bókini, og eisini verður leitað út í heim og aftur í søguna at seta rák og hendingar í samanhang.

Hugleitt verður eitt nú um, at Barack Obama neyvan hevði komið á politiska tindin í USA, um John F. Kennedy ikki lurtaði eftir Martin Luther King í 1963.

Og fólk hugleiða um støðuna hjá kvinnunum í Føroyum, húkin í Klaksvík, lívsins dalar og tindar, kasinobúskap og spurningin, hvat eydna er.