Nýggj bók: Dýrur longsul  báðar vegir

Heimamissiónsforlagið hevur givið út nýggja andaktsbók eftir Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara. Í bókini eru 31 andaktir.

Hann hevur vitjað túsundtals skip og bátar í starvi sínum sum sjómanstrúboðari.
Men hann hevur eisini havt tíð til annað virksemi í hesum sambandi: Hann hevur hildið møtir kring landið, og hann hevur skrivað andaktir í FF-blaðnum.
Nú eru nakrar av hesum andaktunum  31 í tali  savnaðar saman í eini bók, sum júst er útkomin. Hon kallast Dýrur longsul.
Bókin kostar 89 kr. og er at fáa kring alt landið.
 
Funnin og vunnin
At høvundurin hevur givið bókini júst hetta heitið er ikki tikið úr leysari luft.
Torleif Johannesen sigur soleiðis um heitið:
- Longsul millum menniskju kann vera dýrur. Dýrasti og størsti longsul, ið til er, er tó Guds longsul eftir tær  eftir mannaættini.
- Bøn mín er tí, at hesar andaktirnar koma at sýna lesaranum nakað av Guds stóra og dýra longsli eftir honum,  hvussu neyðugt og gott tað er at verða funnin og vunnin av Jesusi, sigur hann í fororðinum.
Fyri nøkrum árum síðani gav hesin sami Torleif út eina aðra andaktsbók við heitinum Dropar av náði.
Í báðum bókunum eru 31 andaktir  t.v.s. ein andakt til hvønn dag í mánaðinum.