Nýggj bók avdúkar John Travolta

Í mong ár hevur verið gitt um, at John Travolta er samkyndur, og í einari nýggjari bók greiður fyrrverandi flogskiparin hjá Travolta frá, at teir báðir vóru par.

 

Filmstjørnan vil ikki kennast við hesar útsagnir, men í nýggjastu útgávu av slaturblaðnum National Enquirer sigur fyrrverandi flogskiparin hjá John Travolta, Doug Gotterba, at teir báðir høvdu samlegu fleiri ferðir.

 

Hann sigur, at frá 1981 til 1986 høvdu teir báðir eitt parlag. Orsaka av, at John Travolta var vorðin ein kend filmsstjørna um hetta mundi, valdu teir at halda teirra parlag loyniligt.

 

Men nú vil flogskiparin greiða frá øllum smálutum í teirra parlagið í nýggjari bók.

 

Hann sigur eitt nú, at Travolta royndi at fáa hann at gera eina upptøku av teirra sexlívið.

 

Travolta fekk íblástur frá einum pornofilmi, og vildi síðani gera sín egna. Men hóast Travolta legði trýst á maka sín, so varð hetta av ongum.

 

- Eg vildi ikki, sigur Gotterba.

 

Fleiri menn hava áður sagt, at teir hava havt samlegu við John Travolta. Sakførararnir hjá Travolta hava avvíst allar ákærir, og hava teir eisini lagt sak móti fleiri av teimum, sum hava

sagt hetta.